Í dag frættist tey keðiligu tíðindi, at A-landsliðsleikarin og útiseting í Mjøndalen, Meinhard E. Olsen, hevur slitið krossbandið. Hetta er annar A-landsliðsleikarin hesa vikuna, sum slítur krossbandið, eftir at Patrik Johannesen hjá Breiðablik gjørdi tað í vikuskiftinum.
Meinhard sigur á Facebook vanga sínum, at hann má undir skurð, og at nú bíðar ein strævin, men eisini mennandi tíð við nógvari og drúgvari uppvenjing.
So vit koma væntandi ikki at síggja Meinhard aftur á vøllinum fyri enn einaferð í 2024.