Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.04.2023 22:45

Klæmint skoraði í 96 min!

Mynd: Breiðablik

Tolin trívst! So gjørdi hann tað, sum hann er best til. At skora og avgerða dystir.

Í kvøld fekk málrevurin av øllum málrevum, Klæmint A. Olsen debut í íslendsku landskappingini, tá hann í 82 minutti var innskiftur fyri hin føroyingin í felaganum, Patrik Johannessen. Tá var støðan 4-4 millum Breiðablik og Fram.

Og í 96 minutti stútaði hann bóltin í málið eftir hornaspark, sum eisini var seinasta sparkið í dystinum.

Íslendskir miðlar eru samdir um, at hetta man vera ein av teimum mest ótrúligu dystum, sum nakrantíð eru leiktir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Ein søguligur dystir uppá nógvar mátar.