Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.04.2023 07:29

Ocean Rainforest hýsir vinnutingið

Mynd: Ólavur Gregersen, Ocean Rainforest

Hósdagin 4. mai verður tað Ocean Rainforest sum fer at hýsa vinnutinginum hjá Eysturoyarvinnulívsfelag í Báta- og Listasavninum í Leirvík.

Á skránni verða tríggjar áhugaverdar framløgur:

Jóhan Christiansen, rakstrarstjóri, fer at greiða frá um virksemið hjá Ocean Rainforest í Føroyum við aling og framleiðslu av tara; og um hvørjar ætlanirnar eru í mun til framleiðsluvøkstur í Føroyum komandi 3-5 árini.

Ólavur Gregersen, hugmyndasmiður og oddviti, fer at greiða frá um, hvussu Ocean Rainforest hevur upplivað áhugan frá kundum fyri úrdráttum úr aldum tara í Føroyum. Somuleiðis fer hann at greina altjóða rák innan matvøruvinnu, sum eru við til at økja um eftirspurningin eftir alternativum ráðvørum úr havinum sum til dømis tara. Hann fer eisini at greiða frá áhuganum hjá altjóða íleggjarum fyri Ocean Rainforest, og hvussu hetta ítøkiliga hevur ávirkað felagið og tess altjóða virksemi.

Til seinast fer Unn Laksá at greiða frá endamálinum og virkseminum hjá Sjókovanum, umframt Ocean Cluster Faroes. Hon fer at greiða eitt sindur frá teirra granskingarverkætlanum, umframt hvussu tey arbeiða við at betra um almennu vitanina um fiski- og alivinnuna.

Sí skránna her: