Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.11.2026 22:14

U17-kvinnur: EM-endaspælið tryggjað

Mynd: Avaphotography/HSF

Hondbóltssamband Føroya

Við serliga góðum verjuspæli í seinna hálvleiki, tryggjaðu føroysku U17-kvinnurnar sær pláss í EM-endaspælinum, sum verður í Montenegro í summar. Føroyar vunnu 29-21 á Turkalandi, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 13-10 í hálvleikinum.

Føroyar vóru betra liðið frá byrjan. Verjan stóð væl, og okkara løgdu seg á odda við nøkrum málum. Støðan var 8-5 um miðjan fyrra hálvleik, men var síðani ein løta, har okkara brendu ov illa og Turkaland kom uppá javnt aftur 10-10. Okkara strammaðu tó í aftur og fóru til hálvleiks frammanfyri 13-10. Aftur í dag gekk Poulina á Heygum á odda í alopinum, meðan Nana Waa Deku og Gyða Djónadóttir stóðu væl ímóti í verjuni.

Verjaspælið var framúr í seinna hálvleiki. Sofía Sigurstein var komin inn í føroyska málið, og fekk hon veruliga fatur á turkisku skjúttunum. Turkaland skoraði ikki fyrstu 15 minuttirnar av seinna hálvleiki og var støðan tá 21-11. Dysturin var so at siga avgjørdur, og allir leikararnir komu á vøllin í óføra róminum við Tjarnir. Føroyar vunnu 29-21.

Við sigrinum blivu Føroyar nr. 2 í bólkinum, aftanfyri Ísland, sum vunnu 27-22 á Ísrael í dag. Við øðrum plássinum í bólkinum hava Føroyar vunnið seg til EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í summar.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hanna Thomsen 7 (5)
Poulina á Heygum 7
Súnfríða Fonsdal Zachariasen 5
Andrea Heinadóttir 2
Nana Yaa Deku 2
Lea Traber Olsen 2
Olivia Kristiansen 2
Fía Nolsøe 1 (1)
Gyða Beata Djónadóttir 1