Tíðindaskriv/Sambandsflokkurin á Fólkatingi
Sambandsflokkurin á Fólkatingi, við Annu Falkenberg á odda, hevur tryggjað 43 mió. kr. á donsku fíggjarlógini fyri 2027 til tíggju átøk í Føroyum. Peningurin fer til eina røð av týðandi økjum sum Føroya Politi, Føroya Rætt, tilbúgvingina, heilsu og umsorgan, mentan og eina fótbóltshøll.
“Fólkatingsumboðanin skal brúkast til at menna Føroyar og Ríkisfelagsskapin. Hesa ferð hava vit lagt dent á átøk, sum gera veruligan mun kring landið, bæði tá tað snýr seg um trygd, tilbúgving, heilsu, umsorgan og trivnað,” sigur Anna Falkenberg.
Betri umstøður innan heilsu og umsorgan.
Ein týðandi partur fer til heilsu- og umsorganarøkið, har eitt nú stuðulin til serviðgerðir uttanlands verður øktur. Hvørt ár fara hundraðtals føroyingar til Danmarkar til sjúkraviðgerð. Seinastu mongu árini hevur danski staturin stuðlað hesum serviðgerðum við áleið 10 mió. kr. árliga. Við nýggju avtaluni verður árligi stuðulin hækkaður upp í 14 mió. kr., so føroyingar framhaldandi hava atgongd til neyðugar serviðgerðir.
Harumframt eru 2 mió. settar av til nýggju Steno-miðstøðina á Landssjúkrahúsinum. Miðstøðin skal styrkja fyribyrging og viðgerð av diabetes og avleiddum sjúkum.
2,5 mió. kr. eru settar av til umvælingar av umsorganarheiminum Gloria í Klaksvík. Heimið veitir týdningarmikla hjálp og umsorgan til sárbærar borgarar í Føroyum.
Styrkt trygd og tilbúgving
Tilsamans eru 6,3 mió. kr. settar av til at styrkja starvsfólkaorkuna hjá Føroya Politi. Harumframt eru 5,4 mió. kr. settar av til keyp av einum nýggjum, innilokaðum skjóttgangandi báti til Føroya Politi. Eisini fær Føroya Rættur 500.000 kr. til at bøta um hølisviðurskiftini.
Tilbúgvingin og sokallaða ‘search and rescue’ verður eisini styrkt. Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini fær 4 mió. kr. til at útvega sær ein nýggjan dronubil við leitiútgerð. Bjargingarfeløgini gera eitt ótroyttiligt sjálvboðið arbeiði, og nýggi bilurin fer at geva teimum betri møguleikar at leita eftir fólki og hjálpa, tá ið neyðin er størst.
“Rættarøkið og heilsuøkið eru veruliga hornasteinarnir í samstarvinum millum Føroyar og Danmark. Tað er á hesum økjum, at Ríkisfelagsskapurin og teir mongu møguleikarnir og stórrakstrarfyrimunirnir veruliga vísa sítt virði. Tí eri eg sera glað fyri, at vit styrkja hesi økini, og eg vóni, at tað fer at merkjast,” leggur Anna Falkenberg avtrat.
Íløgur í mentan og fótbóltshøll
Mentan og ítróttur eru eisini raðfest í avtaluni. 5,3 mió. kr. eru settar av til nýggja innandura fótbóltshøll í Norðragøtu. Høllin verður tann fyrsta av sínum slag í Føroyum og eitt nýbrot í føroyskum fótbólti. Hon fer at geva betri møguleikar fyri at spæla fótbólt alt árið og skapa karmar fyri bæði breiddarítrótti, talentmenning og landsliðsvenjing. Høllin stendur væntandi klár síðst í 2028.
Eisini eru 3 mió. kr. settar av til at umvæla deksbátin Álvur SA98, sum liggur í Nyhavn í Keypmannahavn. Álvur er síðsti deksbáturin av sínum slag, sum varð bygdur til føroyska flotan á danskari skipasmiðju beint eftir kríggið. Báturin er ein týðandi partur av okkara felags fiskivinnusøgu, og endamálið er at varðveita hann, sum eitt savningarstað, har føroysk siglingarsøga og søgan um ríkisfelagsskapin verður miðlað.
Tær 43 mió. kr. sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalur fyri, eru býttar soleiðis:
- 500 t.kr. til betran av hølisviðurskiftunum hjá Føroya Rætti
- 5,4 mió. kr. til keyp av nýggjum báti til Føroya Politi
- 2,4 mió. kr. til ein arbeiðsumhvørvisleiðara hjá Føroya Politi
- 3,9 mió. kr. til starvsfólk innanfyri kunningartrygd hjá Føroya Politi
- 3 mió. kr. til at umvæla deksbátin Álv SA98
- 4 mió. kr. til nýggjan dronubil til LFB (Saman við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi)
- 2,5 mió. kr. til at útbyggja umsorganarheimið Gloria
- 5,3 mió. kr. til at byggja eina innandura fótbóltshøll í Norðragøtu
- 2 mió. kr. til Steno-mistøðina
- 14 mió. kr. til serviðgerðir uttanlands (Saman við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi)