Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2026 18:50

Jørgen Nielsen vendir heimaftur til NSÍ

Mynd: NSÍ

NSÍ skrivar:

Tað er við stórari gleði, at NSÍ kann kunngera, at Jørgen Nielsen hevur skrivað undir ein 2 ára sáttmála við felagið.

22 ára gamli áleyparin av Glyvrum er uppvaksin í NSÍ, har hann tók síni fyrstu fet á fótbóltsvøllinum og fekk sín fótbóltsliga uppvøkstur. Eftir nøkur ár, har hann hevur umboðað B68 og Víking, vendir Jørgen nú aftur til barndómsfelagið við Løkin.

Hóast sín unga aldur hevur Jørgen longu fingið sær sera nógvar royndir í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt 150 dystir í bestu mansdeildini og steypakappingini, har hann tilsamans hevur skotið 41 mál. Hetta eru flott tøl hjá einum so ungum leikara, sum framvegis hevur nógv góð fótbóltsár fyri framman.

Jørgen hevur eisini drúgvar landsliðsroyndir, har hann hevur umboðað Føroyar á ungdómslandsliðunum frá U15 til U21. Á U21-landsliðnum er hann skrásettur fyri 11 dystir og 5 mál. Í oktober 2026 rakk Jørgen enn einum stórum persónligum málsetningi á sínari fótbóltsleið, tá ið hann fekk sín fyrsta dyst á føroyska A-landsliðnum ímóti Slovakia.

Við Jørgen fær NSÍ ein ungan, royndan og málvandan áleypara, sum hevur víst sínar dygdir bæði í heimligu kappingini og í landsliðshøpi. Hann hevur góðar fortreytir fyri at gerast ein týðandi partur av álopsspælinum hjá NSÍ komandi árini.

Tað hevur stóran týdning fyri NSÍ, at leikarar, sum hava fingið sín fótbóltsliga uppvøkstur í felagnum, ynskja at venda heimaftur. Hetta er við til at styrkja lokala samleikan og varðveita tað sterka tilknýtið millum felagið, leikararnar og okkara trúføstu viðhaldsfólk.

“Eg eri sera glaður fyri at hava fingið møguleikan at koma aftur til NSÍ, har eg eri uppvaksin og havi havt so nógvar góðar løtur.

Eg eri sera spentur upp á komandi kappingarárini og gleði meg til at verða partur av felagnum aftur og geva mítt íkast til, at vit saman kunnu røkka okkara málum.

Tað verður nakað heilt serligt at sleppa í gulu blusina aftur og spæla við Løkin framman fyri tykkum fantastisku Guligans og NSÍ fjepparum.

Eg gleði meg at síggja tykkum øll við Løkin!

Vit síggjast! 

Jørgen Nielsen”

NSÍ fegnast almikið um undirskriftina hjá Jørgen og um, at ein av okkara egnu leikarum nú aftur fer at umboða felagið, har hansara fótbóltsleið byrjaði.

Vit ynskja Jørgen hjartaliga til lukku við sáttmálanum, hjartaliga vælkomnum aftur í gulu blusuna og bestu eydnu komandi árini í felagnum.

Vælkomin heim, Jørgen!

Kelda: tøl sambært faroesoccer.com