Trúboðin
– Kvøldið vit skriva jólakortini og pakka gávurnar inn, er bæði hugnaligt og stuttligt, samstundis sum vit við gávunum gleða sjófólkið.
Í Havn eru nógvir bindiklubbar, og fleiri teirra hava mong ár á bakið.
Ein teirra kallar seg “Festligasti bindiklubbin í Havn”. Tær eru vanliga millum 11 og 15 kvinnur sum hittast einaferð um mánaðin. Tær hugna sær á ymiskan hátt og hava tað gott saman.
Tá tær hittast í novembur, er kvøldið øðrvísi. Tær hugna sær sum vanligt, hava ein góðan drekkamunn og práta saman, men annars er innihaldið ikki sum vanligt.
Fyrst skriva tær eina jólaheilsan, við góðum ynskjum, á eitt kort til ein sjómann. Fornavnið á kvinnuni verður skrivað undir heilsanina og so “Festligasti bindiklubbi í Havn.”
Síðani pakka tær gávur inn, sum ofta eru hosur, shampo, deodorant og eitthvørt góðgæti, sum tær hava keypt. Tað bleiv til 60 pakkar í ár.
Pakkarnir hava týdning
Tá tær vera spurdar, hví tær gera jólapakkar til sjófólkið, er svarið: – Fleiri av kvinnunum høvdu pápar sum sigldu, og sum við gleði tosaðu um týdningin av jólapakkunum frá kvinnunum. Harafturat hava nakrar í bindiklubbanum sjómann.
– Tí eru vit ikki ókunnigar við týdningin av gávunum. Harafturat spurdi mamma, sum er forkvinna fyri sjómanskvinnuringin í Hvalvík/Streymnesi, um vit í bindiklubbanum kundu gera pakkar til sjófólkið. Tað vilja vit fegnar gera, sigur Gunnvá Wennerström, sum er ein av virknu kvinnunum í “Festligasta bindiklubbanum í Havn.”
– Kvøldið vit skriva kortini og pakka gávurnar inn, er bæði hugnaligt og stuttligt, samstundis sum vit við gávunum gleða sjófólkið. Tí er hetta eitt gott og gevandi kvøld, við einum góðum endamálið, sigur Gunnvá.
Føroyska sjómansmissiónin takkar fyri pakkarnar, og heldur, at hetta er eitt gott hugskot til aðrar bindiklubbar.