Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi fram til á middegi sunnudagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk til skrið, 13 til 18 m/s, og tað dregur á luftina. Tá líður á seinnapartin minkar hann niður í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og okkurt æl. Í kvøld gongur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn, í erva vátakavi. Í nátt frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Út á fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn, í erva vátakavi. Hitin 5 til 10 stig.
Sólarris: 09:13 Sólsetur: 15:14