Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2026 01:25

Kára skoraði hattrikk í stórsigri

Kára Sigurðsson skoraði trý av málunum í 4-1 sigrinum á Andorra - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Kára Sigurðsson skoraði trý mál og Halla Ejdesgaard eitt, tá U19-landsliðið við gentum fríggjadagin vann 4-1 á Andorra. Í hinum dystinum í kappingini vann Ukraina 1-0 á Litava

——————

Annað umfar í EM-undankappingini fyri U19-landslið við gentum varð spælt fríggjadagin.

Í fyrra dystinum, sum var ímillum Ukraina og Litava, gjørdist úrslitið ein tepur 1-0 sigur til ukrainar. Einasta málið í dystinum skoraði Arina Paskarenko tá fýra minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki.

Seinnapartin tóku Føroyar ímóti Andorra, og við einum reinum hattrikki frá Káru Sigurðsson – sum skoraði øll trý málini í fyrra hálvleiki – og einum máli frá Hallu Ejdesgaard, vunnu okkara gentur 4-1. Málið hjá Andorra gjørdi Noa Tesorero.

Eftir tvey umfør hevur Ukraina seks stig, Føroyar hava fýra, Litava hevur eitt stig, meðan Andorra er aftast við ongum stigi.

Triðja og seinasta umfar í EM-undankappingini verður spælt mánadagin. Á Tórsvølli møtast nummar eitt og tvey, Ukraina og Føroyar, og á Svangaskarði spæla Litava og Andorra. Báðir dystirnir byrja klokkan 15:00.