Fiskamarknaður Føroya
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er morðanfyri og kemur helst at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest hýsu og tosk. Átta frystilínuskip fiska við Føroyar. Fleiri hava eisini verði á Føroya Banka. Okkurt kemur at landa í vikuni.
Útróður: Streymurin verður góður alla vikuna, men veðri er meira ivasamt. Kanska síðst í vikuni verður onkur útróður.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum. Vantandi landar annar í vikuni. Hinir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fleiri landa í vikuni.