Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2026 15:43

Ungur leikari gjørt sáttmála við Skála

Mynd: Skála ÍF

Skála ÍF skrivar:

Skála Ítróttarfelag fegnast um at kunngera, at Elias Begerau hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við felagið.

Elias er ein ungur og sera evnaríkur miðvallaleikari, sum longu hevur víst sínar dygdir bæði á Skála og í landsliðshøpi. Hann hevur verið úttikin til bæði U15- og U17-landsliðini hjá Føroyum.

Í U21-steypafinaluni móti AB, sum varð leikt á Tórsvølli tann 17. september í ár, vísti Elias veruliga sínar dygdir. Hann skoraði bæði útjavnandi og sigursmálið, tá Skála vendi dystinum frá 0-2 til 3-2, og varð hann valdur til dagsins leikara.