Minningarorð
Týsdagin 24. november andaðist Elin Súsanna Jacobsen, 85 ára gomul
Elin Súsanna var ein av hesum stillføru, men treisku konunum, sum spakuliga arbeiddu seg fram og upp, so hvørt sum møguleikarnir vístu seg.
Hon byrjaði í eyðkendum kvinnuyrki sum fleirmæltur korrespondentur við enskum, týskum og sponskum og starvaðist á Statens museum for kunst í Keypmannahavn, áðrenn hon kom heim og varð skrivari hjá landsrættarsakførarunum Leivi Lützen og Demmusi Hentze, síðan á Fiskasøluni og Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Harafturat var Elin Súsanna tímalærari í enskum, føroyskum og donskum á Maskinskúlanum og Handilsskúlanum til 1985.
Í 1980 kom hon í starv á Málstovuni, og nakað eftir tað fór hon at fyrireika nýggja starvsleið. Í 1992 stóð hon cand.phil.-prógv í søgu og siðsøgu, og bara tvey ár seinni hevði hon ognað sær ph.d.-heiti við ritgerðini Rúsdrekka – siðir og ósiðir. Henda ritgerð gjørdi upp tíðarskeiðið í føroyskari søgu, sum byrjaði við fólkaatkvøðuni í 1906, sum setti bann fyri rúsdrekkasølu í Føroyum, og endaði í 1992 við nýggja landsstovninum, Rúsdrekkasølu landsins.
Elin Súsanna varð adjunktur í søgu á Fróðskaparsetrinum í 1999 og lektari í 2001. Hon skrivaði um heilsu- og sjúkrarøkt í Føroyum í Slóðum í heilsuverkssøguni (2004). Fleiri greinar legði hon úr hondum um rúsdrekkamentan, vælferð, ferðavinnu og kyn – hon var eitt nú við til at skriva um føroyskar kvinnur til Kvindebiografisk leksikon (2000-2001). Greinar um øll hesi evni eru savnaðar í bókini Konubrot. Heiðursrit til Elin Súsonnu Jacobsen (2011). Seinasta avrikið, áðrenn hon fór úr starvi í 2010, var kanning av lívskorum hjá fólkapensjonistum, sum hon gjørdi fyri Almannaráðið saman við dóttrini Bjørg Jacobsen og starvsfelagnum Beintu í Jákupsstovu.
Elin Súsanna hevði serlig evni til at brúka filosofisk ástøði fyri at skilja fyribrigdi í sínum granskingarevnum. Hon flutti lýsingar av føroyskari søgu frá søgum um einstaklingar til gransking av strukturellum valdi í føroyska samfelagnum, men á so løttum og góðum máli, at ástøðini ikki tyngdu tekstin.
Umframt starvsleiðina sum skrivstovukona, undirvísari og granskari var Elin Súsanna sera virkin týðari. Hon týddi bøkur eftir Astrid Lindgren, Per Olof Enquist og Sven Wernström. Hon týddi barnabøkur, sjónleikir, útvarpsleikir og mangt annað. Hon hevði sess í Mentanargrunni Føroya løgtings, Útvarpsnevndini, Granskingarráðnum, ritstjórnini hjá Fróðskaparriti, Býarsavnsnevndini hjá Tórshavnar kommunu og áhugafeløgum.
Elin Súsanna var trúføst móti sínum sosialu og akademisku virðum. Hon var altíð góð í ráðum og stuttlig at vera saman við, tí hon ofta hugsaði øðrvísi enn onnur og dugdi so væl at seta orð á tað forlorna í okkara samfelagi.
Vit minnast Elina Súsonnu við takksemi.
Beinta og Malan

16. oktober í 2006 fekk Elin Súsanna Jacobsen sømdargávu úr Grunni Kristians á Brekkumørk. Malan Marnersdóttir handaði sømdargávuna.