Tíðindaskriv
Týsdagin 1. desember 2026 verður nýggja landsfevnandi pantskipanin sett í verk í Føroyum.
Fyri at tryggja okkum, at yvirgongdin verður smidlig, verða allar pantmaskinur kring landið stongdar frá leygardegnum 28. November kl. 22:00 til og við mánadagin 30. november.
Hetta merkir, at borgarar ikki kunnu avgreiða pant í pantautomatum hetta tíðarskeiðið, men kunnu aftur brúka maskinurnar, tá nýggja skipanin letur upp týsdagin 1. desember.
Á heimasíðuni Pant.fo er øll neyðug kunning og vegleiðing um nýggju pantskipanina tøk bæði hjá borgarum og vinnu. Har ber eisini til at nýta pantskannaran, um ivi er um einstakar vørur.