Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2026 08:34

25. november: Katrin

Mynd: Katrin (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Katrin, umleið 300. Halgisøgurnar greiða frá eini vakrari og klókari prinsessu í Aleksandriu, sum mangir hábornir menn bóðu um, líka keisarin. Men hon vildi ongan játtast, tí at Kristus var hennara sanni brúðgómur. Hon viðgekk alment kristnu trúgv sína og varð tikin av døgum. Hon varð jarðað á Sinaifjalli, har eitt katrinarkleystur er bygt yvir grøv hennara.

Navnið er grikst og merkir hin reina, hin óspilta.

Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð