Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2026 11:33

Á vitjan í Kringvarpinum

Mynd: Mentamálaráðið

Mentamálaráðið

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur verið á vitjan hjá Kringvarpi Føroya.

Magnus Dam, kringvarpsstjóri, vísti runt á stovninum, og landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa upp á starvsfólk, sum vóru til arbeiðis á redaktiónunum, í studio o.s.fr.

Vitjan Á KVF

Eftir rundvísingina kunnaði stjórin um ymisk viðurskifti á stovninum. Rógvi Olavson, stýrisformaður, tók eisini lut á fundinum. Greitt varð m.a. frá bygnaðinum og framleiðsluni.

Kringvarpsstjórin kunnaði eisini um kringvarpssavnið og Savnsgull-verkætlanina. Kringvarpið arbeiðir við at gera talgilda tilfarið atkomuligt fyri almenninginum. Eisini skulu tøkniligar loysnir finnast, so tað verður ómakaleyst hjá brúkarunum at leita eftir tilfari. Eftir ætlan verður alt savnið atkomuligt í 2030.

Landsstýrismaðurin fregnaðist eftir, um ein app til barnatilfar, sum peningur er játtaður til á fíggjarlógini, er ávegis. Kringvarpið væntar, at appin verður tøk innan fyri eitt hálvt ár. Arbeitt verður eisini við at menna aðrar appir, t.d. eina savnsapp.

Sum tað stendur í public service-sáttmálanum, leggi eg stóran dent á, at vit í Føroyum hava gott tilfar til børn og ung. Hetta er alneyðugt í eini tíð, har ein vaksandi nøgd av útlendskum tilfari er tøk hjá yngstu ættarliðunum. Tí vóni eg at síggja enn fleiri dygdargóðar sendingar til børn og ung á føroyskum máli í Kringvarpinum, segði landsstýrismaðurin eftir vitjanina.