Fyrra er amerikanski (bluegrass)sangarin Dan Tyminski, röddin á Avicii-hittinum “Hey Brother” og röddin handan George Clooney í lagnum “I Am a Man of Constant Sorrow” úr filminum O Brother, Where Art Thou? Seinna er danski rokkbólkurin Hugorm, við Simon Kvamm á odda, sum á nýggju útgávuni syngur um navnframa abban, sum var götumaður.
Fyrsta navnið á skránni hjá G! festivalinum í 2027 Eyðkendu songröddina kenna tey flestu, hóast navnið kanska er nýtt fyri summi. Dan Tyminski! Tað er hann, ið tú hoyrir, tá ið George Clooney syngur “I Am a Man of Constant Sorrow” í filminum O Brother, Where Art Thou? (Coen bröðurnir, 2000). Og tað er eisini hann, ið syngur “Hey Brother” hjá Avicii – risahittið, sum er stroymt meira enn eina milliard ferðir og hevur bygt brýr millum EDM og kontri.Her er talan um ein ektaðan amerikanskan fólkatónleikara (bluegrass), ið hevur fingið tónleikin inn við móðurmjólkini. Dan var bert seks ára gamal, tá ið foreldrini fóru við honum til kappingar í fiólspæli, dansikvöld og ymiskar fólkatónleikarafestivalar í Ný-Onglandi í Ameriku. Hann vaks upp og fór at spæla við Green Mountain Bluegrass og Lonesome River Band, og spældi síðani í trý áratíggju við Alison Krauss & Union Station. Á leiðini hevur hann vunnið 14 Grammy virðislönir og International Bluegrass Music Association hevur fýra ferðir kjóst hann til ársins mannliga sangara.Grammy tilnevnda Wheels varð kosin ársins útgáva av sama felagskapi í 2009, og samstarvið við Avicii gav honum íblástur at royna nýggjar leiðir á Southern Gothic, sum kom út í 2017. Molly Tuttle, Sam Bush, Dailey & Vincent og Billy Strings vórðu við á útgávuni, har hann heiðraði Tony Rice gittarleikara, og God Fearing Heathen fór heilt upp á fyrsta plássið á fólkatónleikaralistanum (bluegrass) hjá Billboard. Tyminski hevur eisini skrivað lög saman við Chris Stapleton og Ashley Monroe, umframt at hann hevur spælt og sungið á útgávum hjá Dolly Parton og Willie Nelson. Hetta er bert okkurt úr rúgvuni av tí, sum henda amerikanska stjörnan hevur avrikað.Tyminski sigur sjálvur um barnaárini, at “har tónleikur varð spældur, hevði eg hug at fara og uppliva hann”, og tekur síðani saman um “og soleiðis havi eg tað enn”. Á Grammy tilnevndu konsertútgávuni Live From The Rymanhoyra vit hann á palli við Dan Tyminski Band, sum vit komandi summar sleppa at hoyra og uppliva, tá ið tey koma at framföra í Syðrugötu á G! festivalinum, sum verður 15.–17. juli 2027.
Annað navnið á skránni hjá G! festivalinum í 2027Tá ið Hugorm farna summar spældi á donskum festivalum, var tað, sum ummælararnir fingu ikki afturhald, at tveita teimum stjörnur. Tað, ið serliga verður tikið fram, er teirra sjáldsama evni, at vinda lurtararnar upp í skúm!Vit hava sæð Simon Kvamm gjört hettar fyrr, tá ið hann hevur spælt á G! Vart tú har, so minnist tú tað enn. Fyrstu ferð Kvammurin sang á Götusandi tók hann soleiðis til: “Abbi mín var götumaður” – ein endurgeving sum enn hongur í luftini.Og júst hendan sögan, um abban úr Norðagötu, er nú gjörd um til tónleik, á nýggjastu útgávu Hugorms, Hugget i sten, ið viðgerð evnið sum uppruna, fólk og samfelag, sæð frá einum persónligum sjónarmiði, har hugleitt verður um hvagani vit koma og hvagar vit fara.Og onkunstaðni har, millum tað inniliga og tað svakliga útvenda, standa teir tríggir á pallinum, Simon Kvamm, Arni Bergmann og Morten Gorm.Og fólk elska teir.Tá ið teir settu konsertferðina komandi ár til sölu, vórðu öll atgongumerkini til allar 16 konsertirnar skrödd burtur eftir lítlari lötu.
Vit gleða okkum til rokkandi og höggandi ormurin, HUGORM, kemur at framföra á G! festivalinum, sum verður 15.–17. juli í 2027.