Útróðrarbáturin Gusti fekk maskinbrek, meðan hann royndi á Føroya Banka fríggjadagin 20. november. Pison kom til hjálpar og sleipaði bátin inn á Leirvíksfjørð.
Á Leirvíksfirði tók East Rescue yvir og sleipaði Gusti seinasta teinin inn til bryggju í Leirvík.
Sambært fráboðanini fekk MRCC boð frá skiparanum kl. 09.56 fríggjamorgunin. Til samans tók sleipið 29 tímar.