Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.11.2026 10:23

22. november: Cecilia

Mynd: Cecilia (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Cecilia, deyð umleið 225. Rómversk genta, sum frá barnsbeini hevði verið kristin. Foreldur hennara góvu hana í hjúnarlag við heidnan ungan mann, Valerianus, men sjálva brúðarnáttina umvendi hon hann. Varð tikin av døgum í Róm sum pínslaváttur.

Kona ella frilla Brestis æt Cecilia og var móður Sigmunds Brestissonar. Føroysku nøvnini hava verið Sissal, Silja og Silla.

Cecilia gjørdist verndarhalgimenni fyri tónleik, og tað sigst, at tað er sjálvur Rafael, sum hevur gjørt málningin av henni sitandi við urgu við nótablaði í hendi.

Rómverskt ættarnavn, merkir tann blinda.

Nikolai Mohr føddur 1742.

Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð