B68 hevur gjørt sáttmála við ungan leikara úr NSÍ.
B68 skrivar soleiðis:
B68 hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við 18 ára gamla Josva Signarsson. Josva er miðvallari og hevur seinastu tíðina umboðað NSÍ, har spældi hann 38 dystir og skoraði 16 mál. Hann hevur eisini spælt við føroysku U17- og U19-landsliðunum.
Josva er ikki ókendur á Toftum, tí hann hevur áður umboðað B68 og fekk sín fyrsta dyst í Betri Deildini í 2024. Vit fegnast um at fáa Josva aftur í reyða búnan og ynskja honum hjartaliga vælkomnum aftur á Svangaskarð