Dagar og nøvn í álmanakkanum
Mariu offurgerð. Dagurin hildin til minnis um, at foreldurini leiddu tríára dótrina niðan í halgidómin.
Halgisøgan og hesin minningardagurin eru komin upp í Eysturlondum í sættu øld. Tað verður sagt frá, at Maria trý ára gomul kemur við foreldrum sínum, Onnu og Joakim, inn í halgidómin, og av sær sjálvum finnur tann lítla gentan leiðina inn í tað allarheilagasta – tað var eisini hennara pláss. Hesin halgidagur kemur so eisini í Vesturlond, og Gregor pávi ger av í árinum 1585, at hesin dagur skal verða hildin í øllum katólskum londum. Hetta var eftir trúbótina, so at dagurin hevur ikki verið so høgt mettur í luthersku kirkjuni, men hann er kortini komin í álmanakkan.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð