Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2026 09:40

Jákup Mikkelsen MIKKELSEN nýggjur málmansvenjari hjá NSÍ

Mynd: NSÍ

NSÍ skrivar:

NSÍ hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Jákup Mikkelsen, sum verður nýggjur málmansvenjari hjá felagnum. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárini 2027 og 2028.

Jákup Mikkelsen er eitt sera vælkent og virðismikið navn í føroyskum fótbólti. Hann hevur drúgvar royndir sum málverji, bæði í bestu føroysku deildini, á føroyska A-landsliðnum og í útlendskum fótbólti.

Eftir virknu yrkisleiðina sum málverji hevur Jákup eisini vunnið sær drúgvar royndir sum málmansvenjari í bestu føroysku deildini. Harumframt hevur hann eisini verið partur av venjaraumhvørvinum hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Við sínum stóru royndum og fakliga kunnleika kemur Jákup at styrkja venjaratoymið hjá NSÍ. Felagið sær stórar møguleikar í at fáa ein so royndan málmansvenjara, sum bæði kann menna málverjarnar á besta liðnum og vera við til at skapa eitt sterkt málmansumhvørvi í felagnum.

NSÍ fegnast almikið um, at Jákup Mikkelsen hevur valt at gerast partur av felagnum, og vit gleða okkum til samstarvið komandi tvey kappingarárini.