Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2026 14:26

Møta Georgia í røkkstøkkdystum

Seinast Føroyar møttu Georgia var í venjingardysti á Boris Paichadze Dinamo Arena í juni í fjør. Georgia vann 1-0 - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Nú er greitt, at Føroyar møta Georgia í røkkstøkkdystum um at flyta upp í deild B. Føroyar spæla heima leygardagin 27. mars, og á útivølli týsdagin 30. mars.

Tað verður nummar 74 ímóti nummar 123 á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA, Georgia ímóti Føroyum, sum møtast í tveimum røkkstøkkdystum síðst í mars komandi ár.

Georgia skal royna at varðveita sætið í deild B, meðan Føroyar fyri fyrstu ferð skal royna at vinna sær rættin um eitt pláss í næst ovastu deildini í UEFA Nations League.

Føroyar hava heimavøll í fyrra dystinum, sum verður á Tórsvølli leygardagin 27. mars klokkan 14:00, meðan útidysturin verður týsdagin 30. mars klokkan 17:00.

Manslandsliðið hevur tríggjar ferðir áður møtt Georgia. Í undankappingini til EM 2008 vann Georgia 6-0 á Svangaskarði og 3-1 á heimavølli. Triðji dysturin var í venjingardysti í juni í fjør, sum georgiar vunnu 1-0.