Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2026 12:06

Úrslitið av landsseyðasýningini 2026 verður kunngjørt í kvøld

Mynd: Búnaðarstovan

Búnaðarstovan

Í kvøld fríggjakvøldið 20.11.2026 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2026 verður almannakunngjørt. 

Skráin fyri kvøldið verður hendan:

  • Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
  • Kaffisteðgur.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av teimum 8 brundseyðunum í hvørjum flokki, sum hava fingið flest stig.
  • Úrslitið av Landsseyðasýningini 2026 verður kunngjørt, og Jacob Vestergaard, landstýrismaður í landbúnaðarmálum, handar virðislønirnar.

Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

Stroymt verður frá tiltakinum í bólkinum ‘Seyðaáhugað’ á Facebook.

Spjaldur