Tíðindaskriv/Sambandsflokkurin
Tað er sera harmiligt, at IOC framvegis ikki vil viðurkenna Føroyar sum sjálvstøðuga olympiska tjóð. Føroysk ítróttafólk hava ferð eftir ferð prógvað, at tey hoyra heima millum heimsins bestu, og tey eiga sjálvsagt eisini at fáa møguleikan at kappast á olympiska pallinum.
Sambandsflokkurin hevur áhaldandi arbeitt fyri føroyskum IOC-limaskapi, og okkara støða hevur altíð verið greið. Vit vilja hava Føroyar við á olympiska pallin undir egnum flaggi. Hetta er eisini endurspeglað í samgonguskjalinum. Men fyri okkum hevur málið altíð verið at tryggja føroyskum ítróttafólkum olympiska luttøku – ikki at brúka ítróttin sum amboð í einum ríkisrættarligum stríði.
Løgmaður leggur í tíðindaskrivi dent á orðingarnar í føroyska samgonguskjalinum, og at hann ynskir at finna eina loysn saman við øllum politisku flokkunum. Tað fegnast vit um, og Sambandsflokkurin er sjálvsagt til reiðar at taka lut í einum slíkum samstarvi.
Men samstundis er neyðugt at skilja ímillum ynskið um IOC-limaskap og spurningin um ríkisrættarligu støðu Føroya.
Allar politiskar skipanir hava sínar fyrimunir og vansar. Tað hevur ríkisfelagsskapurin eisini. Men spurningurin er, um vit eru sinnað at seta allar teir mongu fyrimunirnar við ríkisfelagsskapinum upp á spæl fyri at fáa limaskap í IOC.
Vit kunnu ikki seta IOC limaskap upp ímóti at skulu loysa Føroyar frá Ríkisfelagsskapinum.
Vit eiga heldur at standa saman um at finna eina loysn, sum tryggjar føroyskum ítróttafólkum møguleikan at luttaka á olympiska pallinum, uttan at vit samstundis noyðast at gera upp við ríkisfelagsskapin.
Sambandsflokkurin er til reiðar at taka ábyrgd og arbeiða saman við hinum flokkunum, føroyskum og donskum myndugleikum og ÍSF fyri at røkka hesum máli.