Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2026 08:05

Seyðahundakapping í Vágadali

Mynd: Seyðahundasamband Føroya

Seyðahundasamband Føroya

Seyðahundakapping í Vágadali Leygardagin verður seyðahundakappingin í Sandavági. Vága Seyðahundafelag er vertur fyri kappingini, ið verður hildin í Sandavági. Kappingarøkið, verður í garðinum hjá Eyðanstovu bóndanum uppi í Vágadali, har umstøðurnar eru sera góðar til kappingar í øllum trimum klassunum.

Tað eru 18 hundar tilmeldaðir í klassa 3, og tí er lagt upp til eina spennandi kapping, har væntast kann, at kappingin verður hørð og jøvn millum hundarnar. Í klassa 2 eru 5 luttakarar og klassa 1, 4. Onkur nýggjur hunndur verður og spennandi verður hvussu fer at roynast.

Vága Seyðahundafelag hevur skaffa dómarar uttanlanda frá, til kappingina. Talan er um Llion Harris úr Wales, ið er seyðabóndi við 500 seyðum. Hann byrjaði at venja hund sum 11 ára gamal og hevur luttikið í kappingum síðani hann var 14 ára gamal. Llion hevur umboða Wales á landsliðum fleiri ferðir. Ein tann mest kendi hundurin er Prestli Jock, ið hann hevur vunnið nógvar kappingar við.

Veðurforsøgnin fyri leygardagin og sunnudagin sær góð út, og Vága Seyðahundafelag bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til Sandavágs at fylgja við kappingini. Tiltakið er ókeypis. Vit bjóða kaffi, te og okkurt gott aftur við og høvi verður eisini til eitt gott prát og hugnaliga samveru.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Kom ein túr til Sandavágs, um ikki annað so til eitt gott prát um seyðahundar.

Vága Seyðahundafelag