Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2026 19:46

Inga Beder 100 ár

Mynd: Almanna- og bústaðamálaráðið

Almanna- og bústaðamálaráðið

Seinnapartin hevur verið skipað fyri føðingardegi í sambandi við at Inga Frida Johanna Beder í dag fyllir 100 ár. Dagurin varð hildin í kirkjukjallaranum í Fuglafirði, har nógv fólk vóru komin at heilsa uppá Ingu og familjuna. 

Eisini Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, varð boðin við og bar hon í hesum sambandi fram røðu, sum til ber at lesa niðanfyri.

Góða Inga!

Vegna Føroya landsstýri er tað mær ein gleði at kunna ynskja tygum hjartaliga til lukku við degnum. Og tað er ikki hissini føðingardagur, tí tygum fylla 100 ár og hava sostatt livað í eina heila øld. Barnaheimið var við Kráir í Vági, og foreldur tygara vóru Thomasia og Jákup Pauli Midjord. Tygum vóru næstelst av átta systkjum, og nú eru bara tygum og yngsta systirin, Poula, eftir.

Á ungum árum møttust tygum og bygdamaðurin, Torkili Beder, sum longu tá las gudfrøði niðri. Tit giftust á ársins fyrsta degi í 1949, og summarið eftir fluttu tygum eisini til Keypmannahavnar. Sum ung høvdu tygum lært at veva í Vági, og niðri funnu tygum arbeiði á eini vevstovu. Tá ið Torkil var liðugur við lesturin, fluttu tit heim í 1954 og komu til Viðareiðis sum prestahjún. Har vóru tit í tvey ár, til tit í 1956 fluttu til Fuglafjarðar – og her blivu tit verandi.

Góða Inga!

Meðan tit vóru niðri, fingu tit í 1953 sonin Páll, og dóttirin Tordis varð í 1955 fødd á Viðareiði. Eftir at tit vóru komin higar til Fuglafjarðar, fingu tit so synirnar Heina í 1957 og Johan í 1962. Eg minnist enn, hvussu eg sum smágenta undraðist á, at miðlingasonurin æt Heini, og ikki Hoyni. Seinni skilti eg, at soleiðis var tykkara málføri, og her hevur eingin heldur sagt annað enn Heini hjá presti. Tit bæði tosaðu suðuroyarmál, men tit hava í míni verð ongantíð verið annað enn fuglfirðingar.

Børn uppliva aldur øðrvísi enn vaksin, og sum barn sá eg altíð tykkum bæði sum eitt gamalt par. Nú kann eg sjálvandi flenna at hesum, tí tit hava neyvan verið stórt eldri tá, enn eg sjálv eri í dag. Tygum hava øll hesi ár kunnað glett tygum um, at eftirkomararnir fjølgast og eru nógvir í tali. Í yngru ættarliðunum teljast 11 ommubørn og 17 langommubørn – lívsins dessert, sum tey siga.

Góða Inga!

Í samfull 35 ár vóru tygum prestafrúa á Mørkini, og tað má sigast at vera eitt heilt serligt starv. Torkil var ítróttarmaður um ein háls, so hann upplivdi tað óivað, sum vóru tygum hansara bakkur. At kunna verða órógvaður av sóknarbørnum stórt sæð alt samdøgrið, krevur so sanniliga sítt. Hetta er leikluturin hjá einum presti – og ikki minni er tað leikluturin hjá eini prestafrúu.

Tygum hava heima rokast við alt tað, sum har var at fáast við, og tygum høvdu jú inniløgumann. Torkil átti bát, so hann fór á flot, fór í grind og skjeyt fugl – ja, hann fekst við alt uttan seyð. Tygum vóru ein røsk kvinna, ið samlaði træðrirnar heima, og stór virðing stendur um tygum. Tygum skaptu karmar um eitt gott heim, har bæði tygara næstu og onnur hava havt tað gott.

Góða Inga!

Børnini vóru virkin í øllum, sum var í her í bygdini – tað veri seg ítrótti, skótum og øðrum. Tá ið KFUK-skótunum tørvaði, at onkur tók nøkur tøk, vóru tygum og aðrar til reiðar til tað. Tygara lutur lá sanniliga heldur ikki eftir í sjómanskvinnuringinum, har tygum møttu so trúliga. Samstundis vóru tygum ikki bangin fyri at siga tingini beint fram á rætta stað, tá ið tað skuldi til. Tygum hava tískil ikki “bara” verið prestafrúa, men í øllum hesum ófør og eisini framúr sterk.

Tit, sum bæði høvdu røtur í Vági, keyptu í síni tíð barnaheimið hjá Torkili suðuri á Smillabø. Tankin var kanska, at tit ein penan dag skuldu flyta aftur til heimbygdina at njóta lívskvøldið. Men tá ið trý av børnunum settu búgv her í grannalagnum, seldu tit har suðuri og bygdu her í staðin. Torkil fór fyri 19 árum síðani, og tá høvdu tit longu búð á Bjarnavegi í 18 ár. Har búðu tygum til fyri okkurt um einum ári síðani, tá ið tygum fluttu inn á Vesturstovu. Har trívast tygum, og vónandi verður væl fjálgað um tygum, ið altíð hava hugsað fyrst um onnur.

Góða Inga!

Hóast tygum hava livað dastið av lívinum her í Fuglafirði, hevur bygdin okkurt til felags við Vág. Báðar bygdir hava sína Gjógvará, og soleiðis yrkir Niels Petur Nolsøe um ánna har suðuri:

              “Sum áin so alt lívið er,
              hjá nøkrum hóvliga alt fer,
              hjá øðrum bara strev og stríð,
              so ójavnt er nú býtt við tí.

              Og endar so eitt ættarlið,
              so tekur bara næsta við,
              og áin rennur sína gongd,
              av mannahondum aldrin stongd.”

Enn einaferð hjartaliga til lukku á tygara hundrað ára føðingardegi og Guðs signing fram á leið.

Takk fyri.

Mynd: Almanna- og bústaðamálaráðið