Eitt arbeiðsóhapp hendi í gjár á keiini í Fuglafirði, tá ein trukkur koppaði út av keikantinum og fór á sjógv.
Sambært løgregluni eydnaðist tað føraranum at loypa úr trukkinum, áðrenn trukkurin sakk. Førarin slapp tíbetur óskaddur frá hendingini.
Tað tók nakað av tíð at fáa trukkin upp aftur av botninum.