Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2026 12:37

SSL fyrireikar seg til jólaferðsluna umvegis flogvøllin

Mynd: SSL

Tíðindaskriv/Strandfaraskip Landsins

Um jólahøgtíðina er ár um ár nógv ferðsla umvegis Vága Floghavn.

Nógv lesandi uttanlands koma heim at halda jól, føroyingar uttanlands vitja síni kæru og ikki minst koma nógv sjó- og arbeiðsfólk heim at halda jól. Samstundis eru tað eisini nógv, sum fara uttanlands at halda jól.

Jólaferðslan til og úr Føroyum umvegis flogvøllin førir eisini við sær nógva innlendisferðslu.

Í fjør gjørdi SSL royndarskipan, fyri at veita eina betri tænastu um jólahøgtíðina, har tað vórðu settir fleiri túrar inn á leið 350 hjá Bygdaleiðum, sum saman við leið 300 røkir ferðafólkaflutning til og frá flogvøllinum.

Sambært hagtølunum hjá SSL vóru tað eisini væl fleiri, sum ferðaðust á leið 300 og 350 frá hálvum desember 2025 til fyrstu viku í januar 2026, enn tað vóru sama tíðarskeið í 2024/2025.

Eins og í fjør fer SSL í ár eisini at økja um túratalið hjá Bygdaleiðum til og frá flogvøllinum um jólahøgtíðina.

Fyrireikingarnar eru farnar ígongd við støði í upplýsingum um komur og fráferðir frá Vága Floghavn. Tá vit nærkast jólum verður kunnað nærri um ferðaætlanina hjá bygdaleiðum til og frá flogvøllinum áðrenn jól, um jólahøgtíðina og eftir nýggjár.