– Sjúrður Tollaksson skal royndartúr fyri jól
Eyp grein
Seinasti royndartúrurin hjá nýggja frystitrolaranum Dunga Jákupi gekk so mikið væl, at skipið nú er um at verða klárt at handað Varðanum. Sámal Joensen, fyribilsstjóri í P/F Varðanum, sigur við Eysturoyarportalin, at reiðaríið vónar at doypa skipið í Gøtu í viku 48. Síðani fer skipið beinleiðis til fiskiskap.
Seinasti royndartúrurin var hósdagin og fríggjadagin tann 12. og 13. november. Fyrst varð siglt á Skálafjørðinum, og síðani legði skipið leiðina eysturum Føroyar at royna trolútgerðina. Sambært Sámal Joensen gekk royndin so væl, at MEST kann handa Varðanum skipið seinni í hesum mánaðinum.
Umleið ein vika verður nú brúkt til at snøgga skipið, áðrenn tað kemur til Gøtu. Har verður hátíðarhald og dópur, og fólk fáa høvi at koma umborð at síggja nýggja frystitrolaran, áðrenn hann fer fyrsta túrin til fiskiskap.

Nýggi trolarin avloysir Rankan
Dunga Jákup er bygdur til botnfiskiskap og avloysir Rankan, sum Varðin seldi í 2023. P/F Hvanngarður eigur skipið, og ætlanin er at hava tvær manningar við 9 monnum í hvørjari.
Umborð verður fiskurin kruvdur, avhøvdaður og síðani frystur. Høvd og innvølur verður virkaður til súrløgu. Øll veiðan verður gagnnýtt og tikin við til lands. Verksmiðjan kann frysta 40 tons um samdøgrið.
MEST arbeiddi nærum alt samdøgrið
Varðin og MEST skrivaðu undir byggisáttmálan í februar 2024. MEST hevur sniðgivið skipið saman við reiðarínum. Skrokkurin er smíðaður á Stocznia Wisła-skipasmiðjuni í Gdansk í Pólandi. Dunga Jákup fór av bakkastokki tann 10. desember 2025 og kom á Skála jólaaftan. Har setti MEST verksmiðju og aðra tekniska útgerð í skipið og gjørdi tað liðugt. Fyrsti tekniski royndartúrurin var 1. september í ár.
Upprunaliga skuldi Dunga Jákup verða handaður beint undan ólavsøku í ár. Sámal Joensen greiðir frá, at ymisk viðurskifti í sambandi við arbeiðið á skipasmiðjuni í Gdansk seinkaðu verkætlanini og hava viðført meirarbeiðið hjá MEST. Hann rósar starvsfólkunum hjá MEST, sum hava arbeitt nærum alt samdøgrið fyri at fáa skipið liðugt.
Tað er sjáldsamt, at ein nýggjur trolari verður gjørdur liðugur á føroyskari skipasmiðju. Í 2007 bygdi Tórshavnar Skipasmiðja trolbátin Fiskaklett. MEST stóð eisini fyri byggingini av havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra, sum varð liðugt bygt í Havn í 2020.

Sjúrður Tollaksson royndartúr fyri jól
P/F Varðin skrivaði undir sáttmálan um Sjúrð Tollaksson eitt hálvt ár undan sáttmálanum um Dunga Jákup. Nú sær út til, at Dunga Jákup verður fyrra skipið, sum kemur í flotan. Skrokkurin á Sjúrði Tollakssyni varð eisini bygdur í Gdansk, meðan tað er Karstensens Skipsværft í Skagen sum ger skipið liðugt.
Sámal Joensen sigur, at ætlanin er at fara royndartúr við Sjúrði Tollakssyni fyri jól. Vónin hevur verið at fáa skipið liðugt innan árslok, men eftir hansara meting verður handanin helst síðst í januar 2027. Tá er eisini ætlanin at hava dóp og hátíðarhald í Gøtu.
40 ára hátíðarhald
Nýggi trolarin er uppkallaður eftir Jákupi Jacobsen, vanliga nevndur Dunga-Jákup. Hann stovnaði reiðaríið í Gøtu saman við Tummas Thomsen og stóð á odda fyri tí í 35 ár, til sonurin Bogi Jacobsen tók við í 2020.
P/F Varðin er 100% føroyskt reiðarí og eigur í dag 10 skip. Samtakið hevur í nógv ár havt ein týðandi leiklut í føroyskari fiskivinnu, bæði á sjógvi og á landi, við virksemi eitt nú hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri og hjá Faroe Origin.
P/F Varðin úr Gøtu varð stovnað tann 28. november í 1985 og hevur tískil í dag meira enn 40 ár á baki.
Sámal Joensen sigur, at felagið ætlar at hátíðarhalda 40 ára stovningardagin einaferð í komandi ári. Eitt høvi kundi verið, tá øll skipini liggja við bryggju samstundis, sigur hann at enda.

Les eisin: Dunga Jákup fór royndartúr í dag (Myndir og video)
Les eisini: “Dunga Jákup” sleipaður inn á Skálafjørðin (Myndir)