Føroya Bridgesamband
FM kappingin fyri blandað pør varð spæld í Bridgehúsinum leygardagin 14. november. 10 pør tóku lut og spældu tilsamans 45 spøl, 3×15 spøl við tveimum stuttum kaffisteðgum.
Við Oluf Müller sum kappingarleiðara gjørdist hetta ein hugnalig og spennandi kapping. Alt gekk sum eftir ánni, og 20 nøgdir og glaðir vinnarar og taparar kundu fagna teimum fremstu pørunum við lógvabrestum eftir ein langan seinnapart við kortspæli, hugnaligum práti, kaffi, kaku og frukt. Vit gleða okkum longu til tær næstu kappingarnar av hesum slagi, har trivnaður og hugni er í hásæti.
![]() | ![]() | ![]() |
| Nr. 1Símun Lassaberg / Birita Clementsen | Nr. 2Marner Joensen/Maria Hansen | Nr. 3Dia Jacobsen/Arnleyg Mikkelsen |

Vinnarar FM blandað pør 1993-2026


