Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2026 15:07

Vegakervið í Eysturoynni: Jóhan spurdi um Gøtudalstunnilin

Jóhan Christiansen spurdi í dag landsstýrismannin um Gøtudalstunnilin. Mynd: Eyp.fo

Fleiri løgtingsfólk hvukku við, tá Jacob Vestergaard av tingsins røðarapalli í dag segði, at arbeitt verður við einari loysn, har Gøtudalstunnilin kemur út við rundkoyringina á Skipanesi. 

Landsstýrismaðurin svaraði Jóhan Christiansen, løgtingsmanni hjá Tjóðveldi, sum vildi vita, hvørjar ætlanir samgongan hevur við tunlinum.

Tingfólk vísa á vegakervið á vestara armi

Fleiri tingfólk hildu, at ein tunnilsmunni við Skipanesrundkoyringina var ein lítið skilagóð loysn. Tey vístu á, at vegakervið á vestara armi á Skálafjørðinum, við sambandi til Eysturoyartunnilin á Strondum, longu er fyrireikað til at taka ímóti ferðsluni frá einum Gøtudalstunli.

Landsverk hevur í samferðsluætlanini lýst Gøtudalstunnilin sum eitt framhald av Eysturoyartunlinum og víst á møguleikan at leiða gjøgnumgangandi ferðsluna eftir vestara armi á Skálafjørðinum. Við einum tunli til Skálabotn og einum umkoyringarvegi hevði teinurin úr Gøtudali til tunnilsmunnan á Strondum verið styttur úr umleið 23 niður í 17 kilometrar sambært Landsverk.

Um 6.000 akfør um samdøgrið

Um 6.000 akfør koyrdu í miðal um Gøtueiði hvørt samdøgur í árunum eftir 2021, sambært ferðsluteljingum, sum Eysturoyarportalurin áður hevur umrøtt. Vegurin røkkur upp í 135 metra hædd og hevur eitt hall upp í tíggju prosent. Ein tunnil fer tí at gera vetrarfarleiðina tryggari, serliga hjá tungum akførum, og minka um gjøgnumgangandi ferðsluna við Gøtugjógv, har m.a. bæði skúli og dagstovnur halda til.

Vestmannatunnilin fær pening til næsta stigið

Gøtudalstunnilin var longu við í samferðsluætlanini fyri 2008–2020. Í 2018 mælti Landsverk til at byggja hann í árunum 2022–2025. Í ár fingu Gøtudals- og Vestmannatunnilin 2,4 milliónir krónur í part til fyrireiking. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru tvær milliónir settar av til framhaldandi fyrireiking av Vestmannatunlinum. Eingin nýggj upphædd er sett av til Gøtudalstunnilin.

Jóhan Christiansen vil hava Gøtudalstunnilin fram um Vestmannatunnilin

Í stuttari viðmerking til Eysturoyarportalurin, sigur Jóhan Christiansen, at nú hevur verið nóg leingi bíða og at nú má ferð koma á málið, sum hann sigur langt síðani er klárt og liggur bara og bíðar at fara í gongd.

– Sjálvandi skal Vestmanna hava ein tunnil, men Gøtudalstunnilin eigur at koma fyrst. Sambært tølunum hjá Landsverki frá 2018 koyrdu umleið fimm ferðir so nógv akfør um Gøtueiði sum um Høgareyn. Ein tunnil hevði gjørt vetrarfarleiðina tryggari og fingið tunga ferðslu burtur úr bygdum øki, sigur Jóhan Christiansen.