Tað váttar NSÍ í morgun.
Felagið skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Sigurður Ragnar Eyjólfsson, betur kendur sum Siggi Raggi, hevur valt ikki at halda fram sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Avgerðin er tikin av persónligum orsøkum, og hóast vit í NSÍ sjálvandi høvdu ynskt at hildið fram við góða samstarvinum, hava vit fulla virðing og fatan fyri avgerðini hjá Sigga.
Siggi Raggi hevur sett síni týðiligu spor í søguna hjá NSÍ. Við honum á odda eydnaðist tað felagnum at vinna føroyameistaraheitið í 2026, eftir 19 ára bíðitíð. Eisini í evropeisku kappingini vísti hann, saman við leikarunum og venjaratoyminum, at NSÍ kann standa seg á altjóða pallinum.
Men tað er ikki bert fyri ítróttarligu úrslitini, at vit fara at minnast Siggi Raggi.
Frá fyrsta degi hevur hann víst seg sum ein framúr dugnaligur og nærlagdur venjari, ið við sínum arbeiðslag, sínum eldhuga og sínum menniskjaligu eginleikum hevur vunnið virðing frá øllum rundan um felagnum.
Siggi Raggi hevur verið ein fyrimynd á allar mátar – bæði sum venjari og sum menniskja. Hann hevur møtt leikarum, starvsfólkum, sjálvbodnum og viðhaldsfólkum við virðing, eyðmýkt og professionalismu. Hann hevur ikki bert verið við til at menna eitt fótbóltslið, men eisini verið við til at styrkja felagsskapin og mentanina í NSÍ.
Vit í NSÍ eru honum inniliga takksom fyri tað stóra arbeiðið, hann hevur lagt í felagið, og fyri allar tær ógloymandi løturnar, vit hava upplivað saman.
Siggi Raggi kom til NSÍ sum venjari, men fer úr felagnum sum føroyameistari og ein týðandi partur av søguni hjá NSÍ.
Vit ynskja Sigga og hansara nærmastu alt tað besta í framtíðini.
Takk fyri alt, Siggi!