Veðrið var gott og nógv fólk høvdu leitað sær til Runavíkar í gjár, tá ið árligi Býarskáin var á skránni. Meira enn 30 handlar, fyritøkur og matstovur tóku lut og bjóðaðu góð tilboð, leskiligan mat, tónleik og upplivingar fyri bæði børn og vaksin.
Við stóra heysttiltakinum í Runavíkar kommunu fór jólasølan av bakkastokki. Handlarnir høvdu serlig tilboð, og á skránni vóru eisini kappingar og undirhald.
Býarskráin heldur fram í dag. Sí skránna her
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo

































