Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.11.2026 10:39

Telekaðalar eru ein trygdarspurningur fyri Føroyar

Sámal Sunnudag

“Russisk skip fiska minni – men eru fleiri dagar í føroyskum sjógvi”ljóðaði ein yvirskrift í farnu viku. Sonevnt “hybridkríggj” fyllir alsamt meiri um okkara leiðir, og tað er nakað vit mugu vera nógv meiri varug við enn higartil. 

Skuldi eitt triða heimskríggj ella eitt stórt norðuratlantiskt kríggj brostið á, hava Føroyar ein stóran trupulleika. Tá verður trupult at fáa samfelagshjólini at mala víðari, tí Føroyar eru í dag integreraðar við umheimin á flest øllum økjum og kunnu stórt sæð ikki virka uttan innflutning. Stórur partur av okkara orku er framvegis olja, mesti maturin er innfluttur, og føroyski búskapurin er sum heild bygdur á tilfars- og vøruflutning úr útlondum til Føroya.

Les meira: Telekaðalar eru ein trygdarspurningur fyri Føroyar

Spjaldur