– verður givið út 6. novembur 2026
Tíðindaskriv/Mayday Music
“When The End Comes” er triðja staklagið av komandi heildarútgávuni hjá Marius Ziska.
Sangurin er ein sterkur og kraftarmikil indie-popp sangur, sum snýr seg um at missa glóðina í einum longum parlagi.
Tá tú kemur har til, at tú fert at seta spurningar við hvørt annað og undrast yvir hvar alt tað, sum tú einaferð fall fyri, bleiv av.
Marius Ziska hevur sum altíð skrivað lagið sjálvur, og teksturin er skrivaður í samstarvi við Stewart Brock og Nick Tsang, júst sum á fyrsta staklagnum “Where Did I Go Wrong”.
Lagið er innspælt og framleitt í Føroyum av Mariusi Ziska og Kristoffer Mørkøre í samstarvi við restina av fasta livebólkinum hjá Mariusi: Heðin Ziska Davidsen, Magnus Johannesen og Jan Rúna Poulsen. Staklagið er ljóðblandað av Kristofferi Mørkøre og mastrað av Heina Ragnarssyni.
Marius Ziska hevur verið ein av teimum best dámdu tónleikarunum í Føroyum seinasta tíggjuáraskeiðið. Hansara serliga gáva at skriva vøkur og melankolsk løg, saman við einari framúr sangrødd og einum sterkum bólki, hevur vunnið honum nógv hjørtu gjøgnum árini.
Marius Ziska hevur spælt á festivalum sum The Great Escape, Iceland Airwaves, By:Larm og SPOT Festival. Hann hevur verið á konsertferð í Týsklandi, Danmark og Noregi og hevur spælt upphiting fyri Eivør kring Evropa. Í 2023 hevði hann tríggjar útseldar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri. Hann hevur vunnið fleiri Faroese Music Awards, og tónleikurin er brúktur í dokumentarum og lýsingum í Danmark, Íslandi og USA, millum annað í sendingini „Anne og Anders i Norden“.
Heimasíða: www.mariusziska.com
Lurtileinki: https://on.soundcloud.com/pRHfLFDywJv3U6ZmbG