Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.11.2026 10:39

Norðurlond styrkja samstarvið um heilsu og vælferð

Mynd: Heilsu- og orkumálaráðið

Heilsu- og orkumálaráðið

Norðurlendsku ráðharrarnir í almanna- og heilsumálum hava á, fundi í Keypmannahavn, umrøtt felags avbjóðingar og átøk innan nikotin, kvinnuheilsu, harðskap móti børnum, aldursvinalig samfeløg og atgongd til heilivág. 

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, luttók 3. november á fundinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum fyri sosial- og heilsumál, sum varð hildin í Keypmannahavn. Føroyar og Danmark hava formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum í 2026, og landsstýriskvinnan bjóðaði luttakarunum vælkomnum til móttøku á Norðurbryggjuni undan fundinum. 

Felags átak móti nikotinbundinskapi 

Ráðharrarnir samtyktu eina felags norðurlendska yvirlýsing um at fyribyrgja nikotinbundinskapi hjá børnum og ungum. Yvirlýsingin leggur dent á at verja børn og ung móti nýggjum nikotinvørum, so sum e-sigarettum og nikotinposum, og leggur dent á at hjálp skal vera tøk hjá teimum, sum vilja gevast við nikotini. 

Føroyski ungdómurin nýtir eisini nýggjar nikotinvørur. Tí hevur tað stóran týdning at samstarva tvørtur um landamørk um fyribyrging, vitan, regulering og eftirlit.

Størri dentur á kvinnuheilsu

Kvinnuheilsa var eisini eitt høvuðsevni á fundinum. Landsstýriskvinnan greiddi frá, at kvinnuheilsa fyri fyrstu ferð er nevnd serstakt í einum føroyskum samgonguskjali, og at arbeiðið við einari føroyskari kvinnuheilsuætlan verður sett í gongd. Ætlanin skal fevna um eina samlaða og langsiktaða kós fyri fyribyrging, viðgerð, gransking og sjúklingagongdir.

Føroyar ynskja samstundis tættari norðurlendskt samstarv um gransking og faklig netverk, tí smá samfeløg hava avmarkaðar møguleikar hvør sær at byggja serfrøði upp á øllum økjum.

Felags ábyrgd at verja børnini móti harðskapi

Á fundinum varð umrøtt, hvussu londini kunnu styrkja arbeiðið at fyribyrgja og basa harðskapi móti børnum og harðskapi í nærsambondum.

Í Føroyum hevur verið arbeitt miðvíst á økinum í fleiri ár. Arbeiðið fevnir millum annað um virkisætlanir, Barnahúsið og átøk, sum skulu tryggja, at børn og familjur, ið uppliva harðskap, fáa røttu hjálpina so tíðliga sum gjørligt.

Dentur verður eisini lagdur á, at fakfólk, sum eru um børnini í gerandisdegnum, hava neyðugu vitanina og amboðini til at varnast tekin um harðskap og vita, hvussu tey skulu bera seg at.

Aldursvinalig samfeløg

Ráðharrarnir umrøddu eisini, hvussu Norðurlond kunnu gerast meira aldursvinalig. Fyri Føroyar snýr hetta seg millum annað um fyribyrging, starvsfólkatrot í heilsu- og umsorganargeiranum, talgilda inklusjón og samanhangandi tilboð nær borgaranum.

Føroyar vístu millum annað á royndirnar við demenssamskiparum í kommunalu heilsutænastunum og á týdningin av at deila norðurlendskar royndir um t.d. vælferðartøkni og endurmenning.

Samstarv um tryggari atgongd til heilivág

At enda varð samstarvið um heilivág umrøtt. Norðurlond hava víðkað ætlanaravtaluna um felags heilivágsinnkeyp, so finsk og svensk øki kunnu gerast partur av samstarvinum, sum longu er millum Danmark, Ísland og Noreg. Næsta stigið er ætlandi eitt felags útboð av antibiotika til sjúkrahús.

Føroyar eru partur av innkeypssamstarvinum millum Danmark, Ísland og Noreg, tí Føroyar keypa heilivág umvegis Danmark.

Fundurin vísti, hvussu nógv vit hava at vinna við at samstarva í Norðurlondum. Vit standa við nógvum av somu avbjóðingunum, og við at deila vitan og finna felags loysnir kunnu vit styrkja bæði heilsu, trygd og lívsgóðsku hjá borgarunum.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum