Dagar og nøvn í álmanakkanum
Leonhardus, doyði umleið 570. Munkur og trúboðari í Fraklandi. Hann legði ikki í at verða valdur til biskup. Kundi øll lás og allar leinkjur at loysa og gjørdist verndarhalgimenni hjá lásasmiðum og fangum.
Navnið er týkst og merkir leyva og harður.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð