Runavíkar kommuna
Barnafrádrátturin verður 11.500 krónur. Spjaldrið er ásett til 3.000 krónur fyri hvørt barnið millum 0 og 18 ár og skattaprosentið verður hitt sama sum í 2026 – 21½%.
Á fundi í býráðssalinum á Glyvrum seinrapartin í dag, samtykti býráðið – við fyrstu viðgerð – fíggjarætlanina fyri árið 2027. Harvið eru fíggjarligu lunnarnir undir Runavíkar kommunu lagdir eitt ár fram í tíðina frá ársskiftinum komandi.
Tilgongdin hevur sum vanligt verið drúgv fram haðartil, at úrslitið nú varð samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður á býráðsfundinum hósdagin hin 26. november. Kommunalar fíggjarætlanir skulu vera landsmyndugleikanum í hendi fyrst í desember mánaði.
Síðan í summar hava fyrisiting og politiskar nevndir virkað við málinum, umframt at evnisdagar hava verið hildnir. Á endaligum evnisdegi í Saltangará – í GOTT – sat býráðið allan seinasta hósdag, í ein hálvan sólarring, og telvaði seg fram til eina semju, sum gjørdist grundarlagið undir FÆ2027.
Barnafrádrátturin er hækkaður við túsund krónum – úr 10.500 upp í 11.500 krónur, annars eru ásetingarnar um frítíðarkort og skattaprosent á sama støði sum í verandi ári. Vanligi raksturin hækkar við 5,43%, tá er raksturin av nýggju svimjihøllini tikin við.
Nógvar og stórar íløgur eru framdar í verki hesi seinastu árini – m.a. Fjøruvegurin, útstykkingar, nýggj bryggja á Glyvrum, orkubryggja í Søldarfirði, nýgerð á ítróttarøkinum, nýtt ráðhús, ungdómshús og ikki minst svimjihøllin. Væl av fíggjarligari orku er farin til verkætlanirnar, tí var tað øllum greitt, at kommunan fór at nærkast skuldarloftinum, táið mest stóð á. Eftir at skuldin hevur verið uppi á 94%, eru vit nú – eftir at hava repað seglini nakað – komin niður á 82,5% – 55 milliónir krónur niðanfyri skuldarloftið.

Fíggjarætlanin fyri 2027 er eisini løgd soleiðis, at tað ikki er ætlað við lántøku. Meðan fyrisitingarligar og politiskar fyrireikingar vera gjørdar til stórar verkætlanir – á skúlaøkinum, dagstovnaøkinum og í undirstøðuna (Fjøruvegurin) – ræður um hóskiligt varsemi soleiðis, at kommunali búskapurin yvir tíð stendur upp og niður.
Inntøkurnar fyri 2027 eru varliga mettar, eisini í mun til hvussu gongdin hevur verið higartil í 2026. Annars ræður tað um, stútt og støðugt, at hava tamarhald á rakstrinum, hann skal helst vera lakari enn inntøkuvøksturin, fyri at peninganøgdin til íløgur heldur stand yvir tíð. Íløgurnar flyta samfelagið fram á leið og eru alneyðugar í einum vakstrarøki.
Bæði persónsskatturin – bulurin í kommunala búskapinum – og eftirlønarskatturin hava roynst væl higartil í ár, hóast kommunan brúkar væl meiri enn landsins afturbering til eldraøkið. Í góðum samvirknaði eiga Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommuna Roðan, sum higartil hevur roynst okkara eldru borgarum væl.



Síðan samanleggingarnar í 00´unum er fólkatalið vaksið við 862 borgarum.
Fíggjarkarmurin 2027:
Inntøkur:
| Skattur (persóns- og felagsskattur) | 282.000.000 kr. |
| Eftirlønarskattur v.m. | 58.000.000 kr. |
| Total | 340.000.000 kr. |
Útreiðslur:
| Rakstur | 254.000.000 kr. |
| Íløgur – ársfíggjaðar | 48.500.000 kr. |
| Rentustuðul | 6.000.000 kr. |
| Egnar rentur | 9.000.000 kr. |
| Avlop í FÆ2027 | 22.500.000 kr. |
| Total | 340.000.000 kr. |
Raksturin skipaður á økjum:
| Kommunal fyrisiting | 26.098.000 kr. |
| Almannamál | 88.212.000 kr. |
| Børn og ung | 57.643.000 kr. |
| Undirvísing | 21.377.000 kr. |
| Mentamál | 29.799.000 kr. |
| Teknisk mál | 21.726.000 kr. |
| Kommunal virki | 9.145.000 kr. |
| Total | 254.000.000 kr. |
Íløgurnar í 2027 lutaðar á økir:
| Skála søga | 100.000 kr. |
| Heilsudepilin í Runavík | 800.000 kr. |
| Heilsudepilin í Runavík (ovara hædd) | 100.000 kr. |
| Lítlamørk í Oyndarfirði | 300.000 kr. |
| Sóljuhjarta – spælipláss | 200.000 kr. |
| Reiggja til rørslutarnað | 100.000 kr. |
| KT í skúlanum | 200.000 kr. |
| Ætlan fyri skúlabygging á Glyvrum | 1.700.000 kr. |
| Spælipláss við Skúlan við Løkin | 1.500.000 kr. |
| Skúlin við Løkin | 1.300.000 kr. |
| Lásaskipan til Skúlan við Løkin | 400.000 kr. |
| Ungdómshús á Skála | 200.000 kr. |
| Kykmynda/tónleikaætlanir | 200.000 kr. |
| Løkshøll | 500.000 kr. |
| Fornminni | 200.000 kr. |
| Víkingagarðurin | 1.300.000 kr. |
| Neystið hjá Pól Nikláa/savn | 500.000 kr. |
| Fornminni (Forni) | 800.000 kr. |
| Frítíðarskúli/ítróttarhús í Runavík | 6.900.000 kr. |
| Ítróttarhús á Skála | 300.000 kr. |
| Fótbóltsvøllurin undir Mýruhjalla (sprinkling) | 600.000 kr. |
| Svimjihøllin – útgerð til rørslutarnað | 200.000 kr. |
| Útibreyt til bogaskjóting | 200.000 kr. |
| Serlig átøk – Oyggjaleikir & FMA | 1.600.000 kr. |
| Bygdarhús í Skálafirði (stuðul) | 200.000 kr. |
| Ábøtur og umvælingar | 5.500.000 kr. |
| Høli til vegadeildina | 100.000 kr. |
| Spælipláss | 200.000 kr. |
| Fríøki í Oyndarfirði | 200.000 kr. |
| Lendið við minnisvarðan í Søldarfirði | 800.000 kr. |
| Miðbýarætlan | 1.300.000 kr. |
| Útstykkingar | 800.000 kr. |
| Vinnuøkir | 400.000 kr. |
| Kirkjugarðar | 200.000 kr. |
| Vatnverk | 3.500.000 kr. |
| Vegir og økir | 1.700.000 kr. |
| Gamli vegur í Oyndarfirði (við kirkjuna) | 1.500.000 kr. |
| Grannatún – parkeringsøki | 100.000 kr. |
| Ferðsluviðurskiftini í Søldarfirði | 200.000 kr. |
| Gøta Søldarfjørður-Lamba | 200.000 kr. |
| Gøta Rituvík-Runavík | 200.000 kr. |
| Gøtan við Toftavatn | 200.000 kr. |
| Gøtan frá landsvegnum oman til Funnings | 200.000 kr. |
| Bátahylurin í Skálafirði | 200.000 kr. |
| Akfør og maskinamboð | 1.300.000 kr. |
| Nýggj renovatiónsstøð | 800.000 kr. |
| Fjøruvegurin | 3.500.000 kr. |
| Rampa & bryggja & umv., Rvk. Hvn. | 3.500.000 kr. |
| Lendingar í Elduvík/Rituvík | 800.000 kr. |
| Bátahylur á Skála/kirkjugarður | 300.000 kr. |
| Glyvra strond | 200.000 kr. |
| Reinsiskipan til bátahylin á Bakka | 200.000 kr. |
| Total | 48.500.000 kr. |
Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.