Tíðindaskriv/Sprotin
Evnini hesaferð eru: nógvur gandur, nógv marra og fólk, sum hvørva. Hetta er seinasta Orð og Tónar í ár. Tríggjar nýggjar føroyskar bøkur verða lagdar fram. Kom oman á Reinsaríið tann 12. november kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót eina løtu við tónleiki.
Skráin:
Tónleikur: Tina Mellem
Myndprýddar, endursagdar sagnir
Fyrra partin av kvøldinum práta Heiðrikur av Heygum og Uni Holm Johannesen um sagnirnar, m.a. hvat tær kunnu siga okkara tíð, og hvussu til ber at myndtulka tær.
Tónleikur: KATA
Steðgur
Marran
Eftir steðgin tosa Rakel Helmsdal og Rakul í Gerðinum um nýggju dystopisku skaldsøguna, ið nevnist Marran.
Trælanípan
Síðan fara Hans Jacob Kollslíð og Elin Michelsen at skifta orð um nýggju fantasy-skaldsøguna eftir Jógvan Isaksen, ið nevnist Trælanípan.
Tónleikur: Tina Mellem
Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri.