Dagar og nøvn í álmanakkanum
Malakias, doyði 1148. Írskur munkur, sum varð valdur til biskup í Armagh í Írlandi. Segðist at útinna mong undurverkini.
Summi halda, at sipað verður til Málaki, tann síðsta av teimum 12 smáu profetunum í Gamla testamenti.
Bíbilska profetanavnið merkir mítt sendiboð.
Regin Dahl føddur í Sandagerði í Tórshavn 1918.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð