Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.11.2026 09:48

Tøkni eigur at stuðla undir okkara menning – ikki kastrera okkara kognitivu førleikar!

Lesarabræv

Tøknilig menning eigur at gera heimin til eitt betri og lættari stað at búleikast í. Ikki tað, tað hevur hon í stóran mun gjørt. Tøknilig menning hevur støðugt gjørt gerandisdagin hjá okkum alsamt lættari og harumframt givið okkum óteljandi møguleikar, sum ein bert kundi droymt um fyri 100 árum síðani. Men tó er ein álvarsom avleiðing av tí tøkniligu menningini langt síðani farin at hómast í havsbrúnni.

Serliga síðani snildtelefonirnar og sosialu miðlarnir eru vorðin hvørs mans ogn, eru fleiri ørkymlandi ábendingar farnar at síggjast aftur í samfelagnum. Tað, sum upprunaliga varð sæð sum ein tøknilig kollvelting, ið skuldi knýta okkum tættari saman, tykist í vaksandi mun at gera tað øvuta. Vit eru altíð tøk, altíð online og støðugt bombarderað við upplýsingum, lýsingum, undirhaldi og innihaldi, sum kappast um okkara uppmerksemi alt samdøgrið.

Tøknirisarnir hava eftir hondini bygt eina milliardavinnu upp á at trælabinda okkum at skíggjunum. Algoritmurnar eru beinleiðis mentar til at fanga okkara uppmerksemi, skapa bundinskap og fáa okkum at brúka so nógva tíð sum gjørligt á teirra pallum. Tað, vit síggja í dagsins samfelagi, eru milliónir, sum rætt og slætt gerast digitalir dopaminmisbrúkarar.

Og tað sæst sanniliga eisini aftur í samfelagnum. Vit síggja vaksandi trupulleikar við sálarheilsuni hjá børnum og ungum, eins og við menningini av teirra sosialu førleikum, kreativiteti, kritiska sans og evni at hugsavna seg. Tá ið skíggin fær ein so stóran leiklut í uppvøkstrinum og gerandisdegnum hjá børnum og ungum, er einki at undrast á, at hetta kann hava álvarsamar avleiðingar fyri komandi ættarliðini.

Eg hugsi oftari og oftari um filmin WALL-E frá 2008. Í filminum eru menniskjuni vorðin infantil, óvirkin og fullkomiliga bundin at tøknini. Tey sita í hvør sínum stóli við hvør sínum skíggja og hava í stóran mun mist sambandið við náttúruna, hvønn annan og sín egna kropp. Tá ið filmurin kom út, kundi hetta tykjast sum ein fjákut og óverulig framtíðarmynd. Men sum árini eru liðin, er hann nærmast vorðin profetiskur.

Nógv av tí, sum filmurin ávaraði ímóti, síggja vit longu manifestera seg í dagsins samfelagi. Gongdin er so álvarsom, at eg óttist, at vit enda við at uppala ættarlið, sum eru sosialt og mentalt tarnaði, um stig ikki verða tikin fyri at skerma børn og ung móti hesi tøkniligu hóttanini.

Tí er tað sera týdningarmikið, at politisku leiðararnir í Norðurlondum nú standa saman um eina felags raðfesting og senda ein greiðan boðskap: “Barnaárini hoyra børnunum til, ikki tøknirisunum.”

Henda yvirlýsingin setur eina greiða politiska kós. Men tað avgerandi verður, hvussu hetta verður umsett til ítøkilig átøk. Tí er áhugavert at fáa greiðu á, hvussu landsstýrið ætlar at fylgja yvirlýsingini upp í Føroyum, og hvørji ítøkilig stig verða tikin fyri at tryggja føroyskum børnum ein tryggari og sunnari talgildan uppvøkstur. Tí vóni eg, at løgmaður skjótt og miðvíst fer at arbeiða víðari við hesum, so løgtingið fær ítøkilig og munagóð uppskot at viðgera.

Vit eiga millum annað at arbeiða víðari við at tryggja ein tryggari talgildan uppvøkstur, millum annað við at kanna møguleikarnar fyri strangari reglum fyri sosialum miðlum, aldursmørkum, færri snildtelefonum í skúlum og átøkum móti algoritmum, sum elva til bundinskap.

Harumframt eiga vit at raðfesta verjuna av føroyska málinum í talgilda heiminum. Tá ið børn í stóran mun brúka skíggjar og dagliga verða útsett fyri nógvum útlendskum tilfari, kann hetta ganga út yvir teirra føroysku málmenning og orðfeingi. Tí eiga vit at tryggja, at børn hava atgongd til meira føroyskt talgilt tilfar, og at føroyskt mál í størri mun verður umboðað í appum, spølum og undirhaldi.

Vit mugu ikki koma í ta støðu, at okkara børn gerast fremmand fyri sínum egna móðurmáli, tí tann talgildi heimurin, tey vaksa upp í, í stóran mun er á enskum.

Samanumtikið má tað staðfestast púra greitt, at tøknin skal vera eitt hent amboð hjá okkum at nýta – ikki ein harri, sum hevur fult ræði á okkum. Tøknin skal menna okkum,
ikki trælabinda okkum,
ikki kastrera okkara kognitivu førleikar og
ikki oyðileggja okkara sosialu førleikar!

Eitt er púra vist: Um vit ikki skjótt taka annað skinn um bak og seta eina greiða kós, kunnu vit koma at síggja WALL-E-líknandi tilstandir taka seg upp í føroyska samfelagnum. Livst so spyrst.

Hermann Ronnason Samuelsen
Tingmaður, Sambandsflokkurin