Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.11.2026 20:44

Onki Merkið – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

Savnsmynd: Eysturoyarportalurin

Lesarabræv

Tað kemur ikki uppá tal at Føroyar sleppa til Ol við Merkinum og Tú altfagra land mítt, tá vit vónandi og væntandi hava spælt okkum til luttøku til OL 2028 í hondbólti. 

Hetta var stutta og greiða svarið eg fekk, tá eg spurdi ein vitandi og viðkomandi persóni um hetta, nú ein dagin. Í besta føri, so sleppa vit at luttaka undir einum uttanveltaðum flaggið og við ongum tjóðsangi. Tað er ein veruleiki, ið vit mugu byrja at fyrihalda okkum til. Fyrr tess betri.

Ikki tí, tað er nú onki nýtt í tí. Soleiðis hevur støðan verið í fleiri áratíggju, hóast nøkur enn í politisku skipanini enn nokta fyri hesum veruleikanum. 

Men “stór” tíðindir frá Sambandsflokkinum á Fólkatingið nú í vikuskiftinum. “Merkið fær størri rúmd í ríkisfelagsskapinum”,  eru tíðindini. Nú fara ríkisstovnar at veittra við Merkinum føroyskar merkisdagar. Vorið sum framstig, spyrt tú meg. Lat okkum so vóna at tey finna útav at heysa rætta flaggið upp, tá tað kemur hartil.

Og enn einaferð koma føroysku politikkarnir aftur við “ongul í reyv” nú spurningurin um føroyskan sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum aftur hevur verið til viðgerðar á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum. 

Heldur ikki her er nakað “nýtt undir sólini”. Sum tann góði undursáttin vit føroyingar eru blivnir til, so góðtaka vit bara støðuna. Tá vit “larma” eitt sindur ov nógv, ja so verður “kasta okkum eitt bein”, og so tiga vit eina løtu. Hesaferð var tað, at Føroyar sleppa at deila varaforsetasessin við Grønland. Altso, ein sambandskvinna sleppur at sita í varaforsetasessinum í eitt hálvt ár, og so skulu vit vera takksom fyri tað og ikki krevja meira í eina tíð.

Løgmaður, sum annars kundi verið tann Løgmaðurin sum skrivaði seg inn í søgubøkurnar sum tann Løgmaðurin sum stovnaði tann føroyska statin, hevur kasta tjóðarsemjuna og allar fullveldisætlanir “fyri borð” og upp í hendurnar á Sambandsflokkinum. Tað kann ikki vera nakar ivi um tað longur.

Løgmaður sigur sjálvur, at hann er farin at ótolnast eftir einari niðurstøðu frá Norðurlandaráðnum, og vil hava eitt skjótt svar. “Deadline” hevur hann ikki sett til um eina mánað ella so. Men hann kann bíða í eitt “lítið” ár ella so, sum eg skilji tað. 

Lít á míni orð. Tá svarið kemur, verður eitt nýtt “bein kasta fyri okkum”. Tit kunna fáa okkurt slag av sergjørdum limaskapi, men ikki ordiligan limaskap allíkavæl. Tit sleppa at vera eitt sindur meira við, men ikki javnsett við okkum onnur allíkavæl. Orsøkin er einføld. Vit eru faktist ikki  eitt ordiligt land í eygunum hjá øðrum. Longri er søgan ikki.

Ikki fyrr enn vit gerast eitt ordiligt land, sleppa vit at sita javnsett við onnur ordilig londum um borið, og avgerða okkara egnu framtíð. 

Eg skilji snøgt sagt ikki hví tað ikki er ein sjálvfylgja fyri okkum øll her í Føroyum, at vit sjálvi skulu avgerða okkara framtíð. Hetta var tað tjóðarsemjan snúði seg um, og sum allir flokkar í seinastu setu, uttan Sambandsflokkin, vóru samdir um.  

Allir flokkarnir á tingið uttan Sambandsflokkurin vóru samdir um, at ríkisfelagsskapurin er “tambaður” for, og neyðugt er at stovnseta Føroyska statin fyri framhaldandi at menna Føroyar. Men eftir valið hava bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin heilt eyðsæð hálsa um, og latið alt upp í hendurnar hjá Sambandsflokkinum. Eitt satt bakkast og afturstig fyri Føroyar og føroyska statin, spyrt tú meg

Jóhan Christiansen