Fróðskaparsetur Føroya
Á lívfrøðisútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya arbeiða tey miðvíst fyri at kveikja áhugan hjá miðnámsskúlanæmingum við at lata tey snodda til fakið í verki
Tað, sum byrjaði við einari einstakari skúlavitjan á Náttúruvísindadeildini, er nú ment til eitt afturvendandi átak, har umleið 200 miðnámsskúlanæmingar fáa høvi at vitja starvsstovurnar hjá lívfrøðingunum á Setrinum.
Samstarvið byrjaði, tá ein flokkur á Glasi, sum hevði lívfrøði á A-stigi, kom á gátt og slapp at gera eina einfalda starvsstovuroynd. Vitjanin eydnaðist so væl, at aðrir lærarar eisini fóru at spyrja, um teirra næmingar kundu koma.
Eftirspurningurin vaks, og lívfrøðingarnir á Setrinum gjørdu tí av at skipa vitjanirnar meira miðvíst.
Í fjør varð á fyrsta sinni ein felags innbjóðing send til allar miðnámsskúlarnar í Føroyum, har allir flokkar við lívfrøði á A- ella B-stigi vórðu bodnir at koma á Setrið. Og átakið varð endurtikið í ár tvær tær seinastu vikurnar í oktober.
Sleppa at royna seg á starvsstovu
Á námsvitjanini sleppa næmingarnir sjálvir at arbeiða á starvsstovu á Náttúruvísindadeildini og gera eina PCR-roynd, har teir kanna kynskromosom.
Royndin er serliga tillagað miðnámsskúlanæmingum, so teir fáa høvi at royna vísindaligar arbeiðshættir og útgerð, sum verður brúkt á einum universiteti.
Samstundis fáa næmingarnir kunning um lívfrøðisútbúgvingarnar á Setrinum og innlit í, hvussu tað er at vera lesandi á universitetinum í Føroyum.
200 næmingar úr øllum landinum
Miðnámsskúlarnir hava tikið sera væl ímóti tilboðnum frá lívfrøðingunum á Setrinum.
Í 2025 meldaðu 211 næmingar seg til námsvitjanirnar, og í ár vóru tey 187 í tali.
Næmingarnir koma úr øllum landinum – frá Glasi í Havn, Miðnámi á Kambsdali, Miðnámi í Vestmanna, Miðnámi í Suðuroy og Tekniska skúla í Klaksvík.
Og átakið tykist at bera ávøkst. Fleiri næmingar, sum áður hava verið á vitjan á starvsstovunum, eru seinni farnir undir at lesa lívfrøði á Setrinum.
Byggja brúgv til hægri útbúgving
Við at bjóða miðnámsskúlanæmingum inn í sítt fakliga umhvørvi vil Setrið gera hægri útbúgving meira ítøkiliga og kveikja áhugan hjá ungum fyri teimum møguleikum, sum eru her heima.
Átakið hjá lívfrøðingunum vísir, hvussu eitt gott samstarv millum miðnámsskúlar og Setrið kann skapa forvitni, styrkja áhugan fyri náttúruvísindum og eggja ungum til at velja sær hægri útbúgving í Føroyum.
Fyri summi kann ein einstøk vitjan á einari starvsstovu vera fyrsta stigið á leiðini til eina framtíð í vísindum.








