Hugnakvøld á Bátasavninum í Leirvík verður mánakvøldið 23. novembur klokkan 19.30
Evnið verður “Konufólkið – bygdarkvinnur og kvinnulagnur”.
Tað er Martin Fjallstein sum kemur at greiða frá. Hann sigur soleiðis um tiltakið:
– Hetta evnið er eftir hjá mær. Tí fari eg at siga frá lívskorunum hjá konufólkinum í bygdini, gentum, tilkomnum og gomlum. Nakrar kendu vit ella minnast, aðrar livdu fyri mongum árum síðani. Ikki er ætlanin at gera mannamun, men nakrar kvinnur verða nevndar sum dømi um, hvussu lívskorini kundu hátta sær.
Sólgerð og Juel spæla til felagssangin. Komið og syngið við um gentuna, kvinnuna, mammuna og ommuna.
Ingvard er aftur tøknfrøðingur. Vit hava góða mikrofon, so væl hoyrist. Lat tað tí ikki darva tykkum at koma.
Øll eru vælkomin. Atgongumerkið á Bátasavninum er 100 kr.