Fótbóltssamband Føroya
Eyðun Klakstein hevur úttikið 24 spælarar til seinastu UEFA Nations League dystirnar á hesum sinni. Fríggjadagin 13. novembur spæla Slovakia og Føroyar í Kosice, og mánadagin 16. novembur koma moldovar á vitjan á Tórsvølli.
Fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova.
Fríggjadagin 13. novembur klokkan 19:45 spæla Slovakia og Føroyar á Kosice Football Arena í slovakiska høvuðsstaðnum, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 16. novembur klokkan 15:00 spæla Føroyar og Moldova á Tórsvølli.
Í sambandi við heimadystin ímóti Moldova verður ókeypis atgongd. Tó er neyðugt at øll skráseta seg fyri einum atgongumerki, ið fæst í nethandilinum á FSF.fo.
Málverjar
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland)
Verjuspælarar
Gunnar Vatnhamar, Vejle BK (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona FC (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Ried (Eysturríki)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Svøríki)
Jann Benjaminsen, NSÍ Runavík
Jóannes K. Danielsen, KÍ Klaksvík
Ari Olsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Miðvallarspælarar
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (Ongland)
Jákup Biskopstø, KÍ Klaksvík
Mattias Hellisdal, Vesterås SK (Svøríki)
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij Kidricevo (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Aron Benjaminsen, Hearts FC (Skotland)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Álopsspælarar
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, NSÍ Runavík
Undan seinastu dystunum eru slovakar fremstir í bólkinum við tíggju stigum, meðan Føroyar eru á øðrum plássi við fýra stigum, ájavnt við Moldova, sum eisini hevur fýra stig. Aftast er Kasakstan við tveimum stigum.