Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.11.2026 20:19

Landsliðsúttøka mánadagin

Mynd: Mánadagin 2. novembur klokkan 10:00 fer Eyðun Klakstein at kunngera hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Mánadagin 2. novembur klokkan 10:00 verður greitt, hvussu Eyðun Klakstein velur at manna hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Slovakia og Moldova, sum eru á skránni seinni í mánaðinum.

Í morgin, mánadagin 2. novembur klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli.

Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova.

Fríggjadagin 13. novembur klokkan 19:45 spæla Slovakia og Føroyar á Kosicka Football Arena, og mánadagin 16. novembur klokkan 15:00 kemur Moldova á vitjan á Tórsvølli.

Undan seinastu umførunum eru slovakar fremstir í bólkinum við 10 stigum, Føroyar og Moldova hava fýra stig í part, og á fjórða plássi er Kasakstan við tveimum stigum.