Sámal Sunnudag
Beinagrindin hongur í glugganum, ein flogmús hongur í hurðini, ein kertuskøltur stendur í gluggakarminum… á trappuni stendur ein lanterna og lýsir í myrkrinum. Einki skorið grasker hesaferð, tó… Skrivi hesar linjur á halgidegnum “Halloween”. Halloween, spyrja summi, er tað ikki bara fjant og fjas? Hvussu er slíkur devulsskapur á nakran hátt heilagur? Sá ein dana brokka seg, um at Halloween minti seg um Donald Trump – kanska hugsaði hon um appilsingulu graskersandlitini? (Í USA eru fólk, ið skera sonevnd “trumpkins” – trump-pumpkins). Ein viðmerkjari segði soleiðis: “Endnu en lejlighed til at sælge plastic-lortepynt og æde dårligt slik.” Ikki heilt ósamdur. Í 2022 skrivaði eg lesarabrævið “Burðardygg Halloween”, har eg eftirlýsti eina minni handisgjørda høgtíð.
Les meira: Alrasálnadagur – forfedranna høgtíð