Dagar og nøvn í álmanakkanum
Alhalgunadagur. Longu í aðru øld var siður at halda minningarhald hjá hvørjum einstøkum blóðvitni á deyðadegnum, men umleið 350 varð samtykt at halda minningardag fyri øll ein dag í árinum, og var hann fyrsta sunnudag eftir hvítusunnu. Pávin Gregorius III ásetti í 731, at dagurin skuldi verða hildin 1. november.
Løgtingið samtykti í 1949, at 1. November skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólátnu.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð