Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi fram til á middegi mánadagin.
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur, 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum, men eisini okkurt hissini ælið í støðum. Út fyrrapartin klárt ella smáskýggjað og sól ella sólglottar. Seinnapartin lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, í støðum frískt lot, 8 m/s, sum frá líður ádrigið og ælaveður. Í kvøld og fram til á middegi í morgin lot til frískt lot vestan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt æl í støðum. Hitin 5 til 10 stig.
Sólarris: 07:58 Sólsetur: 16:21