Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2026 18:59

B68 – NSÍ 0-3 (Myndarøð) Steypahandan

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen / Eyp.fo

Einki var at spæla um í dag, tá ið argastu grannarnnir B68 og NSÍ, møttust á Svangaskarði í ársins síðsta dysti í Meistaradeildini í ár.

NSÍ vóru longu FM-vinnarar eftir seinasta vikuskiftið, meðan B68 var farið niður í 1. deild. Hóast tað, so vildu bæði liðini vinna dagsins dyst.

Nógvu gulu áskoðarnir fingu tó meira at frøðast um. Tí fyrst var tað Aron Knudsen sum legði NSÍ á odda í 23 minutti. Málrevurin Klæmint A. Olsen økti til 2-0 í 78 minutti, eftir frálíkt forarbeiðið av Markusi Klein Danielsen. Og beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð setti Michal Przyblski seinasta seymin í kistuna hjá B68 og økti til 3-0 til útiliðið.

Dómaraseðil

Myndir: Hans Kristian Eyðunsson Hansen / Eyp.fo